Tíðindi

28.4.21

Ein heldur øðrvísi dagur

Vit vaksnu møta til arbeiðis sum vant, og tá klokkan nærkast komuni hjá børnunum í 1 flokki, sita vit í eitt langt og sjey breið og bíða. Her koma eingin børn, tá vit so byrja at skriva sms finna vit útav at øll hava frí. So sita vit har so fittar, uttan børn, hvat gera vit nú? Vit bíða til klokkan nærkast komuni hjá 2. flokki. Endiliga koma tey, men hvat tað koma bert fýra børn. Nå, dagurin liggur fyri framman, vit eru trý vaksin til fýra børn, munnu vit fara at klára at halda skil á so nógvum? Tey spyrja hvar 1. flokkur er, og gerast bilsin tá, tey fáa at vita, at eingin er komin í frítíðarskúla. Hvat skulu vit fara at gera? Ljóðar spurningurin, hmmm... nú vit eru so fá, skulu vit so fara ein biltúr til Zarepta, og kanska steðga á í Magn á veg út? JA! Rungar svarið um alla Smílikulluna. Vit gera okkum klár, fara í bilarnar og koyra niðan í Magn. Har sleppa børnini (og tey vaksnu) at velja sær, hvat drýss tey skulu hava á Magn-ísin. Nógv er at velja ímillum, men skjótt varð avgreitt, og so gekk leiðin móti stóra spæliplássinum í Vatnsoyrum. Eina løtu eftir, at vit eru komin fram, kemur eitt GROFT æl og vit skunda okkum at finna eitt stað at kroka, meðan vit eta ísarnar. Lukku tíð var ælið ikki so leingi, og vit fara út aftur í sólina. Børnini vilja sleppa at hoppa, men hvat, har er eingin luft í. Tvey børn finna uppá ráð, tey hava sæð tveir menn ganga inni í Zarepta, og seta kós móti hurðini, at spyrja um teir kunnu koyra luft í. Teir so gera! Áh, den gleði.Meðan børnini hoppaðu, komu nøkur æl aftur at, men hetta gjørdi tað bert stuttligari at hoppa, tí nú gleið man eisini. So børnini vóru á kropp, tá vit komu aftur í Smílikulluna. Ein herligur dagur.
15.3.21

Ein fín útivika

Mánadagin 8. mars byrjaði útivikan hjá okkum. Veðurforsøgnirnar vóru ikki av teimum allar bestu, men vit valdu ikki at lurta. Rætt gjørdu vit, tí veðurgudarnir ætlaðu ikki at lata klókfólkið ráða yvir sær. Sólin skein oman og niðan tað mesta av tíðini. Nógvar vóru ætlaninar, men onkunstaðni skuldu vit byrja. Á hesum sinni byrjaðu vit við at byggja Teepee smáttu. Nógvar hendur vóru uppi í at byggja smáttu, og gott var tað, tí smáttan varð bygd uppá hálvan annan dag. Meðan nøkur bygdu smáttu, byrjaðu onnur at seta alt millum himmal og jørð niður. Har vóru blómur, ertrar, gras, karsi og mangt annað. Grasið varð sett niður í nylon sokkar, og soleiðis fingu vit fleiri Grakaris Grashøvd hangandi í garðinum hjá okkum. Týsdagin høvdu veðurfrøðingarnir lova okkum glopra regn, so vit gjørdu øll av at taka regnklæðir og gummistilvar við. Men vit vórðu snítt, hetta skuldi ikki taka enda á okkara ætlan, so vit drógu slanguna út og gjørdu okkara egna hyljar. Mikudagin vóru vit til jarðarferð niðri á sand. Ein deyður nósi var skolaður upp, og vit hildu tað verða synd at hann skuldi liggja soleiðis, saman við tara og skrelli, sum annars skolar upp. Eini tríggir gravarar arbeiddu í útvið ein tíma, at grava eitt nóg stórt hol til nósan, og tá sandurin var komin omaná aftur, pyntaðu børnini grøvina saman. Har vóru goggur av øllum hugsandi slag, lagdar omaná. Tá grøvin var pyntað, segði eitt av børnunum nøkur orð, áðrenn vit sungu fyrsta ørindi av Góða mamma eg vil sova, og lýstu frið yvir minninum um nósan. Ávegis niðanaftur helt onkur fyri, at allarhelst liggur ein kópamamma úti á vágni og grætur og bíðar. Hósadag hava vit fast báldag, og veðurgudarnir smíltust til okkara við góðum veðri; sólin skein oman og niðan. Ikki tók tað leingi áðrenn angurin av pannukøkum fylti grannalagið, og fólk flokkaðust í garðinum. Ein deilig løta.Fleiri dagar eftir miðmála hava vit havt dans uttan fyri, við dansispølum, einstaklinga dansi og pardansi. Góð undirtøka, og børnini flentu hjartaliga, tá tey vaksnu skuldu læru tey nýggjar dansir, og ein av teimum vaksnu endaði á gumpinum.Børn og vaksin hava notið útivikuna, vit hava spælt, bygt, dansa, sett niður og notið góða veðrið.

Okkara tiltøk