6.4.2021

Tá kettan er úti, dansa mýsnar á borðinum

Í Smílikulluni kenna børnini væl søgurnar um teir friðarligu dagarnar, tá Magn ísur ella flødabollar eru til millummála. Tað er eftirhondini blivið til eina av søgunum, sum tey satt at siga ikki eru vís í passar, men sum eingin torur at verða fyrst at ivast í. Í longri tíð, hevur ein fløska av jólabrús staði í skápinum, men ringt hevur verið at funnið høvið at brúkt hana, tí hálvurannar litur av sodavatni hevði ikki strekt langt ímillum 50 børn. Hvørt tað var páskini ella um tað er óveðrið, sum hevur tikið hart uppá børnini, er ivasamt, men undir øllum umstøðum so var dagurin í dag júst ein av hesum friðarligu døgunum, so nú skuldi sanleikin endiliga vísa seg.

Uttanfyri Smílikulluna høvdu kavafonnirnar ligið órørdar um páskini, og tey fáu børnini, sum vóru her í dag, leitaðu eftir glerpípum at eta. Haðani kom hugskotið: Hví blanda vit ikki bara sodavatn uppí kavan, og harvið fáa slush ice? Hetta vísti seg at verða eitt hitt, og hesi fimm børnini sum vóru eftir, tá slush ísurin kom á borðið fóru mett og væl sett niðurundiraftur.

(fyri ein ordans skyld, skuldu vit kanska nevnt, at tey EISINI fingu bollar til millummála)

No items found.

Onnur tíðindi