12.3.2021

Søtur er sjálvgivin biti

Tað kundu Smílikullubørnini sanna í dag, tá tey fingu fiskasúpan til millummála. Fiskurin í súpanini var toskur, fiskaður úti í báthylinum, og berggylta, fiskaður í Kollafirði, av smílikulludreingi. Berggylta, er tað, sum vit her vesturi kalla reyðfisk.

Tað vóru annars fleiri, sum snerktu við, tá tey hoyrdu at fiskasúpan var á menu'ini í dag, men so skjótt lukturin úr grýtuni byrjaði at fylla loftið komu børnini sveimandi uppá við nøsini hægst og spurdu 'Hvat er tað, sum luktar so væl?'

Í stuttum var fiskasúpanin ein væl móttikin miðmáli, sum heilt víst verður endurtikin.

Manga takk fyri fiskin

Eftir sum, at tað er fríggjadagur hevði Natascha bakað so deiligar Australskar smákøkur. Børnini lótu væl at, og hetta var ein fínur endi uppá útivikuna hjá okkum.

No items found.

Onnur tíðindi