22.4.2021

Nú várar

Í dag hava vit aftur havt báldag. Hesaferð grillaðu vit spjót. Ofta hoyrist, at børn eru so kræsin, men hetta kenna vit einki til her hjá okkum; umframt frikadellur, høvdu børnini koyrt ananas, brokkoli, søtepli, gularót, piparfrukt og tomat á spjótini, so hetta var kanska ikki fyri kræsnar gómar, men væl var etið allíkavæl, og børnini vóru væl nøgd.

Nú lýggjari er í luftini, tíma børnini betur at vera úti. Tey súkkla, koyra mánabil, hoppa band, fanga krabbar, og mangt annað. Næstu tíðina, hava vit ætlanir um, saman við børnunum, at gera garðin eitt sindur hugnaligari. Sum tit nokk hava sæð, so hava vit fingið stórar plantikassar omanfyri Smílikulluna. Kassarnar hava okkara dugnaligu húsavørar gjørt, og skulu teir brúkast at planta ymiskt etandi í. Vit gleða okkum til í heyst, tá millummálarnir fara at verða gjørdir úr egnum jarðberum, gularótum, káli, eplum, rabarbum, og øllum hinum, sum vit ætla at fáa at vaksa uttanfyri her. Samstundis hava vit eisini fingið snøggar nýggjar benkur, so nú kann summarið bara koma. Vit eru klár!

No items found.

Onnur tíðindi