9.5.2022

Útferð í Sørvági

4.maj vóru børnini á útferð í Sørvági. Fyrst varð vitjað í Bakkastøðini, har børnini keyptu sær lekkrar burgarar og sodavatn. Tá øll vóru mett og væl sett gekk leiðin oman til Hiddenfjord, har børnini sluppu at síggja hvussu laksur verður tikin og framleiddur. Hetta hildu tey vera sera spennandi, og kanska serliga spennandi var at síggja tann gula automatiska robot armin, sum stáplaði fiskakassar.
Eftir hetta var farið inn í bygdina á stóra spæliplássi har børnini hugnaðu sær til bussurin kom eftir okkum. Ein deiligur túrur.

No items found.

Onnur tíðindi