Tíðin flýgur, heystið er væl á veg og tað eru longu 42 dagar síðani børnini byrjaðu hjá okkum eftir summarfrítíðina.
Vit hava verið sera upptikin av at læra tey nýggju børnini at kenna læra og ikki minst at læra 2. flokks børnini enn betur at kenna. Vit hava útforska umhvørvi í nánd og miða ímóti at skapa jaligar og nærverandi upplivingar í tí dagliga, úti, sum inni.
Í september høvdu vit "útiviku" og var hon sera væl hepna við m.a. fjørurokan, havnatúri og gongutúr niðan í Kálvalíðshúsið.
Komandi vikur fara vit at fordjúpa okkum í Heyst, sum árstíð og Slagt, sum partur av føroyskari mentan.
Vit lata nakrar løtumyndir fyri august og september fylgja við.