19.2.2021

Nippaði hjá øðrum, beit á hjá hinum

Stutt eftir middag í dag, gjørdu tveir dreingir í Smílikulluni av, at fara at fiska. Av tí at hósdagurin var farin afturum, var fiskiøkið á grótkastinum stongt, so avgerð mátti takast, hvar so mundi verða best at fara. Eitt frískligt lot av landsynningi gjørdi, at teir valdu báthylin. Tað var við góðum treysti, at teir fóru av húsum. Heilt nógvur ternumurtur var at síggja, tá teir komu út í báthylin, men hesir garparnir vóru ikki komnir langa vegin út í báthylin at fiska ternumurt, og blakaðu tí alt tað smáa, sum beit á, útí aftur. Eftir eina løtu, nippar størri fiskur á hjá øðrum, men tá eydnaðist ikki at fáa at bíta á. Spenningur var í luftini eina løtu, nú teir vistu, at stórur fiskur svam undir teimum, og tá alt kom til stykkis, var tað hin tráðan, sum at enda hálaði toskin upp. Lagið var sum verða mann gott, tá leiðin var løgd heimaftur í Smílikulluna beint fyri millummála. Teir báðir, fiskimenninir, hildu fyri, at hesin mundi fara at verða góður á bálinum næsta hósdag. Í skrivandi stund, bíða teir báðir eftir at millummálin verður ruddaður av borðinum, so teir kunnu fara undir at flekja.

No items found.

Onnur tíðindi