3.6.2021

Kunning um koronastøðuna

Í samband við íkomnu korona støðuna í Vágum, hevur Vága kommuna ráðført seg við Koronaráðgevingina. Frá í morgin, fríggjadagin 4. juni, hava vit valt at fara aftur til ta støðuna tá barnagarðsstovur verða deildar upp og har foreldur avlevera børnini uttanfyri. Somu tilmæli eru galdandi fyri frítíðarskúlan. Kunnað verður leypandi her á síðuni, um støðan broytist og um onnur tiltøk verða sett í verk í kommununi, til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri at korona smittan breiðir seg.

No items found.

Onnur tíðindi