Faldari um mannagongdir í Smílikulluni
Til foreldur
Smílikullan er ein kommunalur stovnur í Miðvági. Stovnurin er opin/stongdur allar gerandisdagar eftir skúlatíð til kl. 17.00. Vit hava stongt tá ið skúlin hevur stongt.
Tá ið børnini koma eftir lokna skúlagongd, fara tey inn á tey ymisku verkstøðini har tey eta matpakka og práta um skúladagin o.a. Okkara námsfrøðiligi leistur á stovninum eru okkara verkstøð. Vit arbeiða við lurtandi pedagogikki á stovninum.
Vit hava trý verkstøð sum eru tøk, eitt evning/náttúru, hondarbeiðs og eitt ítróttarverkstað. Eisini hava vit eitt smíðiverkstað, sum er tøkt.
Telefon nummarið á stovninum er 794460. Fyri at lætta um hjá øllum so hava vit tí føstu mannagongdina, at um barnið hevur frí, so skula vit hava boð um tað um morgunin,við at senda eitt SMS á 794460.
Smílikullan hevur sína egnu heimasíðu, www.smilikullan.fo Her kunna tit lesa um okkum og hyggja eftir myndum o.m.a. Eisini hava vit ein facebook bólk bert fyri foreldur, sum vit leggja kunning inná.
Klæðir
Betur er um navn er á klæðunum, so tað verður lættari hjá børnunum og starvsfólkunum at halda skil á, at tað altíð eru skiftiklæðir í kassanum hjá barninum. Vit liggja tætt við fjøru og sand, og tað eru tvey ting, sum flest børn elska at spæla sær í. So tí er umráðandi! At tit foreldur fylgja við um tykkara barn hevur skiftiklæðir, regnklæðir, draktir, gummistúlvar við í Smílikulluna.
Matpakkin/Millummálið
Børnini eta matpakka her tá ið tey hava tíðliga frí. Millummálin er frá kl. 14.00 til 15.00 hvønn dag.
Fartelefonir
Um børnini hava sína fartelefon við í frítíðarheimið, so skal hon liggja í taskuni. (Allar avtalur skulu gerast við starvsfólk á stovninum)
Kostnaður
Fult pláss í frítíðarheiminum kostar: 1140,-
Hálvt pláss í frítíðarheiminum kostar 630,- ( tá ganga børnini aðru hvørja viku)
Heintan av børnum
Tá tit heinta tykkara barn í frítíðarskúlanum, skal barnið heim við. Og um tit velja, at taka annað barn heim við eisini, er tað foreldranna uppgáva at orðna avtaluna og siga okkum frá.
Frípláss
Tað ber til hjá øllum at søkja um frípláss. Tit fáa oyðiblað á skrivstovuni ella
www.vaga.fo
Avgerð um frípláss verður altíð tikin út frá hvør inntøkan var seinasta ár, ella um tað er stór broyting í inntøkugrundarlagnum tá søkt verður.
Um barnið gevst
Uppsagnartíðin er 1 mánaður, tann 1. í hvørjum mánað. Um barnið skal niður í hálva tíð, skal boðast frá ein mánaða áðrenn til tann fyrsta í einum mánaða. Frámelding skal verða skrivlig ella via teldupost til leiðaran. 2. flokkur fer úr skipanini, tá ið summarfrítíðin byrjar.
‹ aftur