Tíðindi
Børnini og Náttúran
22.02.2016
Børnini og náttúran.
Náttúruøki rundan um frítíðarskúlan er eitt satt privilegium fyri børnini at verða í dagliga. Hetta er eitt fantastist umhvørvið, sandurin/fjørðan, viðarlundin, vøllurin og spæliplássi, og so er skúlin so tætt við.
Ein maður sum kom her í arbeiðsørindum ein dagin, og sum ikki er herfrá, hann helt fyri við okkum starvsfólk, “hetta er eitt fantastist stað hjá børnunum at spæla og verða í til dagligt”.... og tá hugsaði hann um nærumhvørvi, ..og kunnu vit ikki annað enn geva honum rætt í tí.
Børnini eru nógv úti og spæla her í nærumhvørvinum, óansæð veður. Vit lata okkum í eftir veðrinum, og er tað tí umráðandi at tey hava klæðir til allar árstíðir.
Børnini elska at sleppa oman á sand og eru tað nógvir dagar har tey rokast og spæla har niðri. Serliga dreinginar, eru sera upptiknir av at verða á sandinum, grava holir, gera demningar o.a. Her eru nógvar avbjóðingar, tey læra at arbeiða saman, hjálpast at, tosa saman og samstundis stuttleika sær. - Sjá myndir, “á sandinum”.
Tá børnini hava møguleikar at uppliva og gera sær royndir í náttúruni, mennast teirra sansir, motorikkur og evni til at verða uppmerksom, ella at sansa. Tað er staðfest at náttúruupplivingar eru við til at menna innlæringsevnini hjá børnunum tá tey verða eldri.
Stimbran av sansum og motorikki er tískil ein fortreyt fyri menning og læring. Jú fleiri sansaupplivingar eitt barn hevur møguleika fyri at gera sær, betri grundarlag hevur tað fyri at menna sín kunnleika ella dugnaskap, skilja samanhangir og orientera seg í lívinum. Man kann siga at bæði kroppur og heilið stimbrast og mennast orsaka av sansaávirkan, og at náttúran við sínum stóra fjølbroytni er og verður ein stórur partur av hesum. Tey mennast bæði mentalt, fysiskt og kensluliga.
Børnini menna hugflogið úti í náttúruni. Hugflog er fortreytin fyri menning, tí uttan hugflog kunnu vit ikki hugsa nýggjar tankar. - Man kann siga at børnini gerast klókari.
Heilagranskarin og læknin Kjeld Fredens ávarar um at børn ídag eru ov lítið úti. – Skapanarevni og innlæringin verður undirstimbra. Tey missa evnini at síggja í heildum og at hava yvirblikk.
Her er ein áhugaverd grein: “Børn skal ud i Naturen” http://www.emu.dk/sites/default/files/B%C3%B8rn%20skal%20ud%20i%20naturen.pdf
‹ aftur