Tíðindi

Mentanarlig úttrykk og virðir
23.11.2015
Í samband við okkara menningarætlan, hava vit arbeitt við mentanarlig úttrykk og virðir. Í oktobur og novembur hava vit arbeitt við tilfeingi, ið hoyrir heystinum til. Vit vilja gjarna læra børnini um føroyska mentan, hvat náttúran hevur at geva okkum og hvaðani maturin kemur. Vit hava flett, gjørt rullupylsir og blóðpannukøkur. Flett bein og garva skinnini. Vit hava gjørt ymiskt úr ull, tøvt, nálatøvt og líma og tilevna seyð. Eisini fara vit at dansa føroyskan dans. Nú vit hava gjørt hetta, síggja vit hvussu børnini eru forvitn og áhuga, og tey læra at vera í einum jaligum felagsskapi.
‹ aftur